Fýra arbeiðarafeløg, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – hava í dag havnað semingsuppskotinum, og lýst verkfall.
– Pínumarkið hjá okkum er somikið langt frá semingsuppskotinum, at vit beinanvegin avgjørdu at havna uppskotinum. Limirnir hjá okkum mugu fáa eina veruliga lønarhækkan, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum í tíðindaskrivi.
Tey siga, at hetta var fráboðað Semingsstovninum á miðdegi í dag á fundi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Tá ið semingsmaðurin avgjørdi at leggja frá sær, handaðu arbeiðarafeløgini mótpartinum eitt skriv, har boðað var frá arbeiðssteðgi.
Arbeiðssteðgurin fevnur um allar limir og øll arbeiðsøki, sum feløgini umboða.
Arbeiðsøkið fevnir til dømis um arbeiðsfólk á fiska-, uppisjóvar- og alivirkjum, byggivinnu, vaskifólk, bussførarar, lossarar, vaktarfólk, jørð- og betongarbeiðarar, reinhaldið og ruskinnsavnan, rottangabilaførarar, lastbila-, trailara- og tangabilaførarar, veg-, havna- og tunnilsarbeiði, heilsølu- og lagurarbeiðarar, hotell- og matstovuvinnuna, arbeiðsfólk hjá landi og kommunum, vaskfólk hjá landi og kommunum uttanfyri havnina, siga feløgini í tíðindaskrivi.
Havnar Arbeiðskvinnufelag fer ikki í verkfall tí semingsroyndin millum tey og arbeiðsgevararnar, er parkerað til hini feløgini hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
Um eina løtu er ein viðmerking frá Kommunala Arbeiðsgevarfelagnum, sum sigur, at hetta er ikki heilt rætt.