Ongi úrslit

Allir handlar skulu sleppa at selja vanligan heilivág

Nú vil løgtingsmaður hava at vita um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað við tað

Áki Bertholdsen
18. februar 2025 kl. 17:29

Tað er kappingaravlagandi, at tað bara eru nakrir fáir handlar sum sleppa at selja vanligan hondkeyps-heilivág, og aðrir handlar ikki sleppa.

Tað heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og nú vil hann hava at vita um landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, ætlar at gera nakað við tað.

Løgtingsmaður sigur, at á bygd, har einki apotek er, ber til at keypa høvuðpínutablettir, og annan vanligan hondkeyps-heilivág, í handlum. Hann sigur, at tað er ein betri tænasta enn apotekini kunnu veita.

Men í bygdum og býum, har apotek er nærhendis, kann hondkeyps-heilivágur einans keypast á apotekinum.

– Har er sera avmarkað upplatingartíð og serliga í høvuðsstaðum eru langar bíðirøðir á apotekinum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at hetta er ikki bara at gera mun á tænastuni til borgarar, alt eftir hvar teir búgva. Hetta er eisini kappingaravlagandi fyri handlarnar.

Hann sigur, at Heldur enn at bøta um tænastuna til fólk í Vágum, brúkar Løgtingið nú nógvan pening upp á at gera eitt apotek har.

– Avleiðingin er, at hondkeyps-heilivágur verður tikin úr handlunum í Vágum, sigur Jørgen Niclasen.

Tí vil hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni um tað ikki er betri at fara hin vegin og at loyva øllum handlum í landinum at selja vanligan hondkeyps-heilivág.

Hann vísir eisini á, at Kappingareftirlitið er av somu áskoðan. Kappingareftirlitið hevur beinleiðis mælt til, at farið verður eitt stig víðari so at allir handlar fáa loyvi at selja hondkeyps-heilivág.

Hetta hevði givið fólki rúmari ræsur at valt, nær og hvar tey keypa hondkeyps-heilivág - og hetta er eisini vanligt í okkara grannalondum, sigur Kappingarráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18