Klokkan 18 fer dómarin, sum er úr Luksemborg, at bríksla fyri fyrstu ferð í U-21 EM undankappingardystinum í Klaksvík.
Mótstøðuliðið hjá Føroyum er Kroatia.
Føroyar spældu hósdagin í síðstu viku á útivølli ímóti Hvítarusslandi. Orsakað av spentu politisku støðuni, so var dysturin ikki spældur í Hvítarusslandi, men í Armenia.
Føroyar vunnu 3-2 á útivølli ímóti Hvítarusslandi, og Jørgen Nielsen úr B68 skoraði málini til 1-0, 2-0 og 3-0, áðrenn Hvítarusslandi fram ímóti dystarenda skoraði tvey mál.
At tað royndist so væl á útivølli í síðstu viku man vera orsøkin til, at landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein í kvøld gevur øllum teimum 11, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli, nýggjan møguleika.
Líkindini eru góð, og tað er fullsett kring vøllin á Eiðinum í Klaksvík.
Dysturin verður sendur á Ras1 hjá Televarpinum og FM1 fer at siga frá.
Føroyar – Kroatia kl. 18.00
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam – Áki D. Samuelsen, Noah Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson – Jørgen Nielsen
Á beinkinum: Rasmus Nilsson, Jákup N. Vilhelmsen, Poul Kallsberg, Heini F. Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Bergur Poulsen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner