Í fleiri umførum í gjár og í nátt var løgreglan á ferð og kannaðu ferðsluna, allan vegin úr Havnini og norðureftir. Løgreglan sigur, at fyrst og fremst varð kannað um bilførararnir vóru edrúir, tað merkir at teir ikki høvdu drukkið rúsdrekka, ella tikið rúsevni.
Løgreglan sigur, at heilt nógvir bilførarar vórðu kannaðir, men teir vóru allir púra edrúir.
Men tað er kanska meiri enn tey kunnu siga um bilføraran á einum bili, sum var í einum ferðsluóhappi í Havn í gjár. Óhappið hendi á krossinum á Áargeil og Gundadalsveg har ein bilur fór ígjøgnum eina girðing og endaði eftir gronini, upp eftir enda í ánni.
Løgreglan sigur, at kranabilur mátti til at fáa bilin upp aftur. Tey hava illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur og tí varð hann førdur til lækna, so at blóðroynd kundi verða tikin av honum.
Úr slitið av henni verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.