Mótstøðuliðið úr Eysturríki, HC Fivers WAT Margareten, vóru favorittar undan dystinum sambært veddingarfyritøkunum, men føroyingafelagið megnaði at vinna 29-30 á útivølli, og hava sostatt eitt fínt útgangsstøði til næsta dyst.
Allan var avgerðandi
Bæði Nicholas Satchwell og Allan Norðberg gjørdu sítt fyri at KA vunnu dystin. Serliga var Allan Norðberg avgerðandi í seinastu løtuni av dystinum. Seinastu tíggju minuttirnar av dystinum, meðan tað var sera javnt, skoraði Allan fýra mál. Hann legði íslendingarnar á odda 27-29, og hálvan annan minutt áðrenn leiklok skoraði hann aftur til 28-30.
Nicholas Satchwell bjargaði seks ferðir í dystinum.
Spæla aftur í morgin
Liðini skulu longu í eldin aftur í morgin klokkan 15.15. Tá er tað íslendingarnir sum eiga heimavøll á pappírinum. Hóast tað verður tað aftur á útivølli í Eysturríki.
Tað er vanligt í EHF European Cup-kappingini, at feløgini semjast um at leika báðar dystirnar á sama staði fyri at spara nakrar av útreiðslunum burtur. Vit hava millum annað sæð H71 gjørt hetta fleiri ferðir, og gera tað sama aftur í ár, hjá bæði kvinnum og monnum.
Feløgini fáa lítið og einki fyri at spæla við í kappingini, fyri tey allar flestu er tað ein útreiðsla at luttaka.
Hetta er sama kapping sum menninir hjá H71 luttaka í, og um alt gongur væl hjá bæði KA og H71, er møguligt at feløgini møtast, um lutakastið vil tað.