Allan Dybczak: - Kurvabóltur er komin fyri at verða

Allan Dybczak er ein av venjarunum hjá mannsliðnum hjá kurvabóltinum til oyggjaleikirnar í ár. Sjálvur heldur hann, at støðið á okkara kurvabóltsleikarum aldrin hevur verið so høgt sum til hesar oyggjaleikirnar

Ragnar Sjúrðarson
5. juli 2023 kl. 10:19

- Hvussu hava fyrireikingarnar verið til oyggjaleikirnar 2023?

- Fyrireikingarnar hava verði ok. Kappingin mátti enda áðrenn vit tóku leikarar út, so tað seinkaði prosessina eitt sindur. Vit føldu ikki tað var rætt at taka leikarar út áðrenn finalurnar vóru spældar.

Skulu vera við til at mynda dystin

- Mongdin og dygdin av okkara kurvabóltsleikarum hevur aldrin verði so góð sum hesuferð, men enn er kurvabólturin ungur í Føroyum.

- Vit føla at vit eru klárir, og vónin er at tá vit spæla, so eru vit við til at mynda dystin. Við hørðum arbeiði og liðinnsatsi vóna vit at úrslitini verða góð. Tað er altíð trupult at vita heilt hvussu góð hini liðini eru, men nøkur eru søguliga góð á oyggjaleikunum. Vit eru allir spentir til uppgávurnar.

- Nú er kurvabóltur ikki júst tann mest spælda ítróttargreinin í Føroyum í dag. Hevur tú vónir um at ítróttargreinin kann vaksa seg størri í Føroyum?

- Kurvabóltur er ein fantastisk ítróttargrein, og legst aftrat hvørt ár. Bæði við eldri og yngri leikarum, so eg ivist ikki í at kurvabóltur er komin fyri at verða.