Tóri Nolsøe Olsen og ÍF hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Tóri eisini í 2024 verður ÍF spælari. Tað boðar felagið frá í dag.
24. oktober ella eina lítla viku undan, at kappingin endaði og ÍF tryggjaði sær enn eitt ár í bestu deildini, fylti Tóri Nolsøe Olsen 22 ár. Hann var í 2023 ein av álitismonnunum á ÍF liðnum, og frá 8. umfari var hann fastur maður millum teir fyrstu ellivu.
Viðhvørt var hann ein av trimum miðverjum, onkra ferðina var hann verjukendur miðvallari, og so loysti hann av á vinstra bakki, tá ið tað var brúkt fyri tí.
Sambært faroesoccer.com var Tóri Nolsøe Olsen, sum er yngri beiggi ÍF málverjan Jákup Jónsson Olsen, fyrstu ferð á besta ÍF liðnum í bestu deildini 18. apríl í 2019, tá ið ÍF tapti 3-1 í Runavík, og Tóri Nolsøe Olsen longu í 21. minutti avloysti Poul Nolsøe Mikkelsen, sum fór skaddur av vøllinum.
Tóri Nolsøe Olsen hevur spælt 53 dystir í bestu deildini og skorað tvey mál, og í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt ein dyst.