Alisson: Eg veit ikki hvat skal til fyri at vakna

Alisson Becker hevur verið klárt besti spælarin hjá Liverpool í ár, men sjálvt ikki hann hevur megnað, at syrgt fyri betri úrslitum

Ragnar Sjúrðarson
5. februar 2023 kl. 14:05

BBC hevði eina sjónvarpssamrøðu við ein sera vónbrotnan Alisson Becker eftir 3-0 tapið á Wolverhampton í gjár.

-    Vit gera tað trupult fyri okkum sjálvar. Eg veit ikki hvat skal til fyri at vakna. Vit koma her og siga, at vit skulu trúgva uppá okkum sjálvar, men vísa tað ikki á vøllinum. Vit mugu leggja hetta afturum okkum og finna styrkina í okkum sjálvum og okkara familjum fyri at koma aftur.

Alisson hevur heintað níggju bóltar úr egnum máli í teimum seinastu fýra landskappingardystunum, og Liverpool hevur bert fingið eitt stig uppá hesar dystirnar.

-    Allir trúgva uppá seg sjálvar og vita hvat teir kempa fyri, men í einum dysti sum er 90 minuttir til longdar mást tú vera klárur allatíðina. Í dag prógvaðu vit, at tú kanst revsast fyri 15 vánaligar minuttir, og tað hendi hjá okkum.

Liverpool liggur nummar tíggju í Premier League. Eitt stig aftanfyri Chelsea, sum hevur spælt ein dyst fleiri.