Aling á landi: Offshore-aling er føroyska aftursvarið

Stjórin á Bakkafrosti viðurkennir, at aling á landi á stóru marknaðunum er ein avbjóðing fyri teirra virksemi. Hann ræðist ikki kappingina, og føroyski alirisin ætlar sær heldur longur til havs við alingini enn upp á land. Felagið byggir stóran brunnbát at flyta fisk út í stór offshore-alibúður, og CO2-útlátið skal vera komið niður í helvt um tíggju ár

Ingolf S. Olsen
3. desember 2020 kl. 10:46

Tað gevur onga meining at flyta alla ta føroysku sjóalingina upp á land, tí tá fiskurin er tikin, skal hann framvegis flytast annaðhvørt virkaður ella heilur tann langa vegin á marknaðin. Og tað er serliga sparingin í farmaflutningi, sum ger, at aling av laksi er í ferð við at gera landgongd í USA, Kina og í minni mun Evropa.

Tí má føroyska alivinnan taka sær aðrar partar fyri. Hjá føroyska alirisanum Bakkafrosti er strategiin greið, heldur enn at fara upp á land við alingini, skal hon longur til havs.

Offshore

Framleiðslan skal økjast við frálandaaling – offshore-aling – og annars skal fyritøkan eins og higartil áhaldandi stremba eftir at vera best, tá tað um burðardygd og góðsku ræður.

- Vit ætla at fara offshore við okkara aling. Frammanundan er føroyska alingin partvíst flutt upp á land við tað, at smoltini eru á smoltstøðunum, til tey eru 500-600 gramm stór, áðrenn tey fara í aliringarnar á sjónum. Nú fara vit eisini hin vegin. Laksurin fer helst bara at vera í vanligu aliringunum í einar fimm mánaðir, til hann er umleið hálvt triðja kilo, og fer síðani í stór offshore-búur, har hann so gongur, til hann vigar seks kilo og er klárur til tøku, greiðir Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, frá.

Nýggjur brunnbátur

Offshore-alingin hjá Bakkafrosti liggur ikki beint fyri framman, men tað er rættiliga sannlíkt, at tað um eini fimm ár verður farið tann vegin. Einfalt tí tað er rættiliga avmarkað, hvussu nógv tann siðbundna alingin á føroyskum víkum og sundum kann vaksa afturat.

Frálanda-aling er eisini hugsað inn í konseptið hjá nýggja brunnbátinum, sum Bakkafrost nú letur byggja í Turkalandi. Báturin verður 109 metrar langur, 22 metrar breiður og fer at rúma 10.000 kubikk av sjógvi – næstan tríggjar ferðir so nógv sum Hans á Bakka.

- Nýggi báturin fer at kunna flyta 1.000 tons av laksi og er millum annað ætlaður at flyta laks frá aliringunum við land og út í offshore-alibrúk, sigur Regin Jacobsen.

Tað verður sostatt framvegis tann reini føroyski sjógvurin og burðardygg framleiðsla, sum skal tryggja føroyska laksinum eina kappingarføra marknaðarstøðu. Eisini á marknaðunum, har lunnar nú verða lagdir undir aling á landi.

Burðardygd

Vørumerkið hjá Bakkafrosti er og verður tó framhaldandi tað reina havumhvørvið og sertifiseringar við støði í skjalfestari burðardygd.

Alifyritøkan hevur júst gjørt sína triðu burðardygdsfrágreiðing, ið fylgir ST-reglunum fyri, hvussu burðardygd verður skjalfest og fráboðað. Og sum einasta alifyritøka í heiminum hevur Bakkafrost fingið ASC-góðkent øll síni aliøki. ASC er sama vørumerki ella sertifisering fyri aldan fisk, sum MSC er fyri annan fisk.

Útlát niður í helvt

Í sambandi við burðardygdsfrágreiðingina er Bakkafrost nú eisini farið at kortleggja CO2-fótafarið (carbon footprint) í allari sínari framleiðsluni og hevur samstundis sett sær mál hesum viðvíkjandi.

- Fyri at kunna fara alment út og siga, hvussu nógvar betringar og ábøtur, tú hevur gjørt, so skalt tú hava gjørt eina ógvuliga umfatandi greining, sum skal vera gjørd av uttanveltaðum triða parti og grannskoðað. Og so leggur tú nøkur lyfti inn um, hvat fyri mál tú ætlar at røkka.

- Í nýggju frágreiðingini er okkara lyfti, at vit í 2030 skulu hava minkað okkara CO2-útlát niður í eina helvt samanborið við nú, samstundis sum vit tvífalda okkara framleiðslu av aldum laksi, greiðir Regin Jacobsen frá.

Øll greinin kann lesast í Dimmalætting fra 27. november ella sum haldari her.

Her kanst tú millum annað lesa:

- Um kappingina, at alingin flytur upp á land

- Um framtíðina við sjóaling

- Um veruliga framleiðslukostnaðin á aling á landi, sambært Regini Jacobsen

- At vørumerkið hjá Bakkafrosti er og verður framhaldandi tað reina havumhvørvið

- Um miðvísu strategiina hjá Bakkafrosti

- Um viðurkenningina, ið Bakkafrost fær í Coller Fairr-indeksinum sæst aftur á botnlinjuni

- Hvussu Bakkafrost skal varðveita eitt gott kappingarføri