Amerikanski konsirasjónsteoretikarin Alex Jones varð í gjár dømdur at rinda 965 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri at hava pástaðið, at ógvisliga álopið í Sandy Hook skúlanum í 2012 var ikki ektað.
Familjur at átta ofrum umframt ein FBI agentur, ið var partur av átakinum at steðga skottilburðinum, høvdu kravt í minsta lagi 550 milliónir dollarar í endurgjaldi í rættarmálinum í Connecticut, sigur BBC.
Familjurnar vildu vera við, at útsøgnirnar hjá Alex Jones høvdu havt við sær 10 ár av forfylging og deyðshóttanum frá fylgjarum hansara.
Tjúgu børn og seks vaksin lótu lív í skúlanum í Sandy Hook, tá ein ungur maður fór at skjóta frá hond og síðani beindi fyri sær sjálvum.
Alex Jones, sum eigur og rekur konspirasjónssíðuna Infowars, vildi í fleiri ár vera við, at hendingin var ikki verulig, men at talan var um eina falska hending, ið amerikanska stjórnin hevði pallsett fyri at nýta sum umbering at avvápna amerikanska fólkið.
Alex Jones vildi eisini vera við, at foreldrini at børnunum vóru sjónleikarar.
Í august mánaði varð Jones í aðrari rættarsak noyddur at ásanna, at talan var um eina veruliga hending.
Foreldur at børnum í Sandy Hook hava greitt frá, at tey hava verið úti fyri ágangi frá fylgjarum hjá Jones, og summi teirra hava verið noydd at flyta fleiri ferðir, tí at tey hava óttast, at onkur fór at gera seg inn á tey.
Sambært BBC heitti Alex Jones mikudagin á fylgjarar sínar um at lata honum pening, og hann gjørdi greitt, at peningurin fór ikki til ”hesi fólkini”, men at hann skuldi nýtast til at stríðast móti ”hesum svikinum” og at stabilisera felag sítt.
Umframt sakarmálini í august og tað, sum júst er avgreitt, hevur Jones enn eitt sakarmál um Sandy Hook, ið byrjar seinni í ár í Texas.