Alex heldur fram í reyðum

B68 boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Alex Mellemgaard og tríggjar lokalar spælarar

Myndir: B68
Jóannes Hansen
11. november 2023 kl. 17:32

Tað hevur ljóðað, at fleiri av teimum, sum hava sína fótbóltsuppaling aðra staðni enn á Svangaskarði, og sum í vetur og í vár løgdust aftrat B68 hópinum, ikki fara at halda fram.

Ein av teimum, sum síðsta vetur legðist aftrat á Svangaskarði, var Alex Mellemgaard. Nú boðar Tofta Ítróttarfelag frá, at Alex Mellemgaard hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Alex Mellemgaard eisini í 2024 fer at spæla við B68.

Síðsta kappingarár var Alex Mellemgaard, sum 27. november verður 32 ár, darvaður av skaðum. Hann var tó við í 22 landskappingardystum og skoraði trý mál. Alex Mellemgaard var ætlaður at eiga leiklut á sentrala miðvøllinum, men síðstu umførini var hann á vongverjanum í vinstru, har hann fyri tað mesta hevur spælt.

-Eg eri fegin um at fáa møguleikan at halda fram at spæla við B68. Eg veit, at eg havi meiri at geva felagnum, enn eg vísti í farna ári. Eg trívist væl á Toftum, og eg eri spentur at fara undir nýtt kappingarár í B68, har tað eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar, sigur Alex Mellemgaard við heimasíðuna hjá B68.

Umframt B68 hevur Alex Mellemgaard umboðað barndómsfelagið AB og frá 2014 og fram til 2022 spældi hann við B36.

Sambært faroesoccer.com hevur Alex Mellemgaard spælt 208 dystir og skorað 25 mál í Betri deildini, í steypakappingini hevur hann spælt 32 dystir og skorað fýra mál, hann hevur spælt tveir dystir um stórsteypið, og í altjóða kappingum hevur hann spælt 16 dystir og skorað eitt mál.

Felagið boðar eisini í dag frá, at sáttmálar eru undirskrivaðir við lokalu spælararnar Esmar P. Clementsen, Karstin Clementsen og Hjarnar Johansen.