Álendingar misunna føroyingum undirsjóvartunnlarnar

Størri og smærri ferjur eru álitið hjá teimum, ið búleikast á smærri oyggjunum í Álandi

Ingi Samuelsen
4. september 2018 kl. 18:35

Føroyar eru fyrimynd hjá teimum álendingum, sum hava dreymar um at tær nógvu oyggjarnar í svenskmælta sjálvstýrandi oyggjalandinum undir Finnlandi verða betri knýttar saman við vegakervi.

Føroyar eru okkara tunnilsfyrimynd, skrivar álendingurin Otto Hojar í lesarabrævi í blaðnum Ålandstidningen í gjár.

Hojar hevur hitt Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, Kára P. Højgaard, løgtingsmann og Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóra á teirra vitjan í álendska lagtinginum herfyri, og greitt teimum frá føroyska vegakervinum.

Í lesarabrævinum greiðir Hojar frá teimum báðum undirsjóvartunnlunum, sum vórðu boraðir fyrst í øldini, og frá teimum verkætlanum, sum eru í gongd í løtuni.

Hann greiðir frá, at í Føroyum valdu tey heldur at lurta eftir vitskapinum heldur enn teimum nógvu spáfólkunum, sum spáddu undirgang fyri oyggjarnar, um farið varð frá teimum gomlu ferjunum fyri ístaðin at leiða ferðsluna gjøgnum undirsjóvartunnlar.

- Nú góð 10 ár eftir kunnu føroyingar staðfesta, at spámenninir mistóku seg, undirsjóvartunnlarnir hava verið sera væleydnaðar íløgur, staðfestir Otto Hojar, sum rekur ferðafólkavinnu á Föglö, sum liggur nakað avskorin frá Fasta Åland, álendsku meginoynni, og hevur gjørt seg til talsmann at fáa álendsku myndugleikarnar at knýta oyggjarnar betri saman við eitt nú undirsjóvartunnlum.

Hann umboðar eisini samtakið FS Links – ein áhugafelagsskapur, sum arbeiðir við einum víðtøknum framtíðardreymi um at binda høvuðsstaðirnar í Finnlandi og Svøríki, Helsingfors og Stockholm, saman við einum sokallaðari hyperloop-skipan – tað er eitt slag av toki inni í einum røri, sum kann klára ferðina millum høvuðsstaðirnar upp á 45 minuttir. Tá verður eisini støðgað í Åbo í Finlandi, Mariehamn í Álandi og Norrtälje í Svøríki.

Les eisini: Umhugsa fast samband umvegis Áland


Ferjurnar eru álitið hjá teimum smærri oyggjasamfeløgunum í Álandi