Alec Baldwin skotið fotograf í filmsvanlukku

Amerikanski sjónleikarin Alec Baldwin hevur, sambært løgregluni í statinum New Mexico, dripið eina kvinnu undir upptøkunum til komandi westernfilmin “Rust”. Ein maður er eisini illa særdur, tá sjónleikarin skeyt við einum handvápni, ið varð brúktur sum rekvisit í filminum

Sigurjón Einarsson
22. oktober 2021 kl. 09:08

Amerikanski sjónleikarin og filmsframleiðarin Alec Baldwin hevur undir upptøkunum til ein nýggjan westernfilm skotið við einum rekvisit-revolvara, sum drap eina kvinnu og særdi ein mann.

Tað upplýsir sheriffurin í Santa Fe í amerikanska statinum New Mexico, har filmurin verður tikin upp.

Tað skrivar AP og fleiri aðrir amerikanskir miðlar.

Kvinnan varð flutt á sjúkrahús, har hon doyði av løstunum. Særdi maðurin bleiv eisini fluttur á sjúkrahús, har hann fær sjúkraviðgerð fyri løstirnar hann fekk í hendingini.

Sambært løgregluni í Santa Fe er eingin ákærdur í sakini, men løgreglan er í holt við at avhoyra fólk á staðnum, har filmurin verður tikin upp.

Alec Baldwin arbeiðir sum sjónleikari og framleiðari á hesum westernfilminum, ið ber heitið “Rust”.