Aldagomul grøv funnin í Egyptalandi

Fornaldarfrøðingar hava funnið eina grøv, ið er mett at vera um 3500 ára gomul, í økinum Luxor í Egyptalandi

Guðrun í Jákupsstovu
10. september 2017 kl. 13:14

Sunnanfyru býin Luxor í Egyptalandi hava fornaldarfrøðingar nú funnið eina stóra grøv. Tað skrivar Al-Jazeera.

Grøvin er mett at vera eini 3500 ára gomul, og hon hýsir standmyndir av einum kongaligum gullsmiði og konu hansara. Umframt hetta eru eisini mumiur í grøvini og fleiri lítlar standmyndir, skornar úr leiri, kálksteini og træi.

Økið í kring um býin Luxor er fult av grøvum og øðrum fornaldarleivdum og tískil verður nógv fornaldararbeiði gjørt her. Av tí sama hevur hetta økið leingi verið ein av teimum heilt stóru ferðafólkastaðsetingunum í Egyptalandi, men talið av ferðafólkum her er fallið nógv seinastu árini. Mett verður, at hetta er orsakað av kollveltingini í 2011, tá fyrrverandi forsetin Hosni Mubarak varð settur frá, og nógvur ruðuleiki valdaði í landinum.

Nú heldur Khaled al-Anani, ráðharri í fornmálum, at hesin seinasti fornaldargrevsturin kann skapa umstøður fyri veksandi ferðavinnu í økinum aftur.