Stóri pinnur hevði ikki verið eina hálva ferð runt, tá ið bólturin lá í italska málinum, og teir á albanska liðnum stórfegnaðust. So skjótt hevur tað ongantíð gingið fyri seg at skjóta mál, sum tað gjørdi, tá ið Albania í kvøld legði seg á odda ímóti Italia.
Málið skoraði Nedim Bajrami, og hann komast føroyskir fótbóltsnørdar við, tí tað var hann, sum skoraði fyrsta málið, tá ið Albania fyri einum ári síðani, 20. juni í fjør, vann 3-1 á Tórsvølli, og Nedim Bajrami í 20. minutti skoraði til 1-0. Ta ferðina var hálvleiksstøðan 1-1, tí Odmar Færø í síðsta minutti undan steðginum javnaði til 1-1.
Italiumenn vóru skelkaðir, men teir vóru ikki slignir í gólvið. Italia var tvær ferðir so nógv á bóltinum, sum mótstøðumenninir vóru, og tá ið eitt stórt korter var farið, var støðan 2-1 til Italia.
Eftir stutt horna og sending til handara stólpa var tað Inter miðverjin Bastoni, sum við høvdinum setti bóltin í netið. Tað var í 11. minutti, at tað var 1-1, og fimm minuttir seinni var 2-1. Tað málið skoraði Nicolo Barelli, sum av brotsteigarmarkinum hálvfluktaði bóltin dygst inn við stólpanum.
Italia var støðugt á bóltinum, men talan var ikki um so ógvuliga nógvar stórar málmøguleikar. Tá ið tað bara er eitt mál á muni, er tað spenningur í, men tað sá torført út hjá Albania, sum støðugt var kroyst og heilt sjáldan megnaði at spæla seg fram á mótstøðuhálvuna.
Í næstsíðsta minutti var tað tó um reppið, at tað eydnaðist Albania at javna. Rey Manaj varð við langari sending spældur leysur í brotsteiginum í høgru. Hann royndi at stýra bóltin framvið málverjan, sum akkurát nært við bóltin, so at hann trillaði skeivu megin stólpan.
Albanska undurverkið varð ikki veruleiki, tí Italia megnaði at reisa seg.