A-landsliðið kvinnur: Venjaratoymið sett

Nú er greitt, hvørji manna venjaratoymið hjá A-landsliðnum við kvinnum

Sigurjón Einarsson
8. mars 2021 kl. 16:34

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Christian Høgna Jacobsen, hjálparvenjara, Jákup Mikkelsen, málmansvenjara og Eli Nolsøe Leifsson, fysiskan venjara, sum saman við Lene Bjerning Terp manna venjaratoymið hjá A-landsliðnum við kvinnum. 

Meðan Jákup Mikkelsen og Eli Nolsøe Leifsson báðir hava verið við landsliðnum seinastu árini, so er uppgávan sum hjálparvenjari ein nýggj avbjóðing fyri Christian Høgna Jacobsen.

– Hetta er ein stórur og spennandi møguleiki, sum eg eri glaður fyri at hava fingið. Tað eru ikki allir venjarar, sum sleppa at arbeiða við einum A-landsliði, og so eri eg eisini glaður fyri at sleppa at arbeiða saman við Lene og hinum í venjaratoyminum. Lene er ein stór íblástrarkelda við drúgvum royndum, og so sær hon fleiri ting, sum vit kanska ikki hava givið okkum far um. Tað er ótrúliga spennandi og læruríkt at vera partur av, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF. 

Christian Høgni hevur sjálvur spælt 50 A-landsdystir og skorað tvey mál fyri Føroyar. Seinasta árið hevur hann verið venjari hjá U15 landsliðnum við gentum, og hann letur væl at framtíðini á gentu- og kvinnusíðuni.

– Tað henda nógv góð ting á gentusíðuni í løtuni, og eg eri glaður fyri at kunna vera ein partur av tí. Landsliðið hevur seinastu tíðina víst góða framgongd, og samstundis hava vit nógv ítøkilig ting, sum vit kunnu arbeiða víðari við fyri at skapa betri úrslit. Eftir tí, sum eg higartil havi lært hópin og venjaratoymið at kenna, so verður tað spennandi at fylgja við gongdini komandi árini, sigur nýggi hjálparvenjarin.

Hópurin var á venjingarlegu í Føroyum í februar mánaða, og tá var sama venjaratoymið rundanum liðið eisini við. Landsliðið hittist aftur til venjing seinni í hesum mánaðinum, og síðst í apríl verður lutakastið til HM undankappingina, sum byrjar í heyst.

Kelda: Maria Ziska Nesá/Fótbóltssamband Føroya