A-landsliðið kvinnur: Hervør er við aftur

Málrevurin úr Klaksvík er tøk aftur eftir skaðasteðg, og er úttikin til dystin móti Ungarn týskvøldið

Sigurjón Einarsson
24. oktober 2021 kl. 08:27

Hervør Olsen spældi sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í Baltic Cup í juni mánaða í ár, eftir eina sera góða byrjan upp á hetta kappingarárið.

Tíverri fyri Hervør, fekk hon ein skaða stutt eftir, at hon var við landsliðnum til Baltic Cup í summar, men nú er hon aftur vorðin dystarklár. 

Landsliðsvenjarin, Lene Bjerning Terp, hevur tí sent boð eftir Hervøri undan dystinum móti Ungarn týskvøldið. Hon er úttikin saman við Eyðvør Klakstein og Valborg Østerø, sum eisini hava fingið boð til dystin móti Ungarn.

Dysturin hjá kvinnunum móti Ungarn týskvøldið er seinasti heimadysturin í hesum landsliðsárinum og byrjar klokkan 18.

Kelda: Maria Ziska Nesá/fsf.fo