Alan Kalter farin

Kenda røddin handan sendingina hjá David Letterman er farin. Alan Kalter gjørdist 78 ára gamal.

Steinar Patursson
5. oktober 2021 kl. 15:35

Røddin, ið plagdi at boða frá, at nú var David Letterman á skránni, er nú tagnað, tí í dag berast boðini, at Alan Kalter er deyður, 78 ára gamal.

Alan Kalter tók við sum frásøgumaður í The Late Show við David Letterman í 1995 og var verðandi í starvinum, til Letterman gavst í 2015.

Kalter var kendur fyri at geva løgnar og skeivar inngangir til The Late Show, sum til dømis "frá New York, hagani taxa-øðin er", "frá New York, hví fara aðrastaðni", ella "frá New York, einasti býur, ið ger sína egnu sós".

Harumframt plagdi Kalter at enda sendingina við orðunum World Wide Pants.

Hóast Kalter í grundini varð settur sum frásøgumaður, var hann ofta partur av sketjum í sendingini - ofta sum perversur ella hjálparsleysur. Ofta hevði Kalter eisini sanguppgávur, meðan hann lat seg úr klæðunum og gekk av pallinum.

Kalter var útbúgvin á Hobart and Williams Smith Colleges, og hann hevði áður undirvíst í enskum og talu.

Kalter andaðist á Stamford Hospital.

Her er ein stuttlig løta við Alan Kalter á The Late Show: