Meistararnir í Saudi Arabia, Al-Ittihad, vilja gera nógv fyri at freista Mohamed Salah og Liverpool.
Sambært CBS Sports, fer Al-Ittihad í næstum at bjóða 1,1 milliardir krónur uppá Mohamed Salah.
Sum tað sær út nú, hevur Liverpool tó ongar ætlanir um at selja stjørnuna frá Egyptalandi.
- Mo Salah er Liverpool spælari, og hann er týðandi í øllum vit gera. Mín lívsfilosofi er, at eg hugsi um ein trupulleika tá hann er har, og har er avgjørt ongin trupulleiki í løtuni, segði Jürgen Klopp á einum tíðindafundi fríggjadagin.
Endar Salah við at fara til Al-Ittihad, verður talan um dýrasta keypið í saudi arabiskum fótbólti nakrantíð. Eitt met, sum Neymar tók fyrr í mánaðinum, tá Al-Hilal keypti hann fyri 669 milliónir krónur.
Al-Ittihad lokkar Salah við eini løn, sum líkist henni, ið Neymar og Cristiano Ronaldo fáa í Saudi Arabia. Upphæddin væntast at vera um umleið 1,5 milliardir krónur um árið.
Flytingarvindeyga í Saudi Arabia steingir tann 7. September, so feløgini frá ríka oljustatinum hava eina viku longri at keypa spælarar í, samanborið við feløgini í Premier League.