Aktaðu ikki skelti á summarfestivalinum

Løgreglan hevur havt nakað at gera á summarfestivalinum - men talan er bara um smáttarí

Áki Bertholdsen
9. august 2024 kl. 09:10

Hetta vikuskifti er summarfestivalur í Klaksvík og tað hevur merkt arbeiðið hjá løgregluni rættiliga nógv.

Løgreglan sigur, at tey eru vælmannað á summarfestivalinum, og tað hevur eisini verið nakað at gjørt, men talan hevur bara verið smáttarí.

Nógv vóru so drukkin, at tey høvdu komið sær í óføri, antin tí tey eru dottin, ella avdottin, og teimum hevur løgreglan hjálpt aftur á føtur.

Mitt í nátt varð eitt sindur rokaligt uttan fyri Norðoya Sparikassa, har nógv ungfólk vóru samlað. Har fekk løgreglan sissað fólk aftur, men ein fekk kortini bót fyri at nokta at upplýsa navn og bústað fyri løgreglufólkunum.

Navn, bústað og føðingardag er annars tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa fyri løgregluni, alt annað kunnu fólk lúgva fyri løgregluna so galið tey vilja.

Í sambandi við festivalinum eru vegaskelti sett upp ymsastaðni, har ferðslan er gjørd einvegis, har tað vanliga er loyvt at koyra báðar vegir.

Men tað aktaðu tveir bilførarar ikki, tí teir koyrdu øvugtan veg av tí, skeltingin vísti. Og tað kostar teimum bæði bót, og klipp í koyrikortið.

Mitt í nátt varð ein bilførari eisini tikin í Klaksvík fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Men í Havn var eisini okkurt at gera, tí har varð ein bilur steðgaður á veg inn í Havnina og tá ið bilførarin varð kannaður, skuldi hann eisini blása í alkometrið, og tað sló nógv meiri út enn gott er. Sostatt er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning, og samstundis er blóðroynd tikin av honum.