Nú er nýggjur aðalstjóri settur

Tað verður Bjørgfríð Ludvig, sum skal taka yvir eftir Turið Arge

Áki Bertholdsen
25. oktober 2024 kl. 16:33

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur í dag - eftir tilmæli frá setanarbólkinum - sett Bjørgfríð Ludvig í starv sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Starvið var lýst leyst í september, og sjey umsóknir vóru til starvið.

Bjørgfríð Ludvig er 57 ára gomul, útbúgving cand.scient.adm, umframt at hon er í holt við eina master útbúgving í leiðslu og skipan á Setrinum.

Hon hevur sera drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum frá 2012-2016, og kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu frá 2016-2023.

Síðani 1. Januar hevur hon verið fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Bjørgfríð Ludvig tekur við starvinum beinanvegin. 

Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum í avvarðandi ráði og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av ráðnum.

Setanartreytirnar hjá øllum nýsettum aðalstjórum eru endurskoðaðar. Nýggju setanartreytirnar innibera eitt nú, at aðalstjórasetanin er áramálasett til sjey ár. Harafturat eru nýsettu aðalstjórarnir ikki tænastumannasettir, men settir eftir vanligum stjórasáttmála.