![](https://dimma.ams3.cdn.digitaloceanspaces.com/images/2021.08.05/image/177r7050.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Aksel V. Johannesen í Norðurlandaráðið
Á løgtingsfundi fyrr í vikuni vórðu teir tveir føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum valdir
Leif Láadal
5. august 2021 kl. 13:56
Seinasta árið hava løgtingslimirnir Jaspur Langgaard og Høgni Hoydal røkt føroysku áhugamálini í Norðurlandaráðnum. Á fyrsta fundi í løgtinginum hesa setuna, var val av føroysku umboðunum á skránni, og úrslitið varð, at Aksel V. Johannesen avloyvir Høgna Hoydal. Jaspur Langgaard, sum sat frammanundan, heldur fram í ráðnum.
Norðurlandaráðið varð stovnsett í 1952. Ráðið er eitt samstarvsforum hjá parlamentarikarunum í norðurlondum. Ráðið hevur 87 limir, sum umboða tey fimm londini og tey trý sjálvstýrandi økini. Ráðslimirnir sita í tingunum í londunum og verða tilnevndir av flokkunum har.