Aksel fær lítið tespiliga føðingardagsgávu

Eitt ár eftir valið fáa Javnaðarflokkurin og samgongan ein ordiligan upp á kassan í nýggjari veljarakanning

Jóannes Hansen
7. desember 2023 kl. 19:25

Í morgin verður eitt ár síðani tað var løgtingsval. Tá vunnu Aksel V. Johannesen stórsigur. Javnaðarflokkurin vann níggju tingsessir, sum var tað næstmesta, ið flokkurin nakrantíð hevur átt. Einasta ferðin, at Javnaðarflokkurin hevur vunnið størri undirtøku, var í 1990, tá ið flokkurin vann 10 tingsessir og saman við Fólkaflokkinum skipaði samgongu við Atla P. Dam sum løgmanni og Jógvani Sundstein sum landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Eftir valið var tað sjálvsagt, at Aksel V. Johannesen formaður í Javnaðarflokkinum varð løgmaður. Hann skipaði samgongu saman við Tjóðveldi og Framsókn.

Nú hevur spyr.fo fyri Kringvarpið gjørt veljarakanning í sambandi við, at eitt ár er runnið síðani løgtingsvalið.

Og kanningin er lítið hugaligur lesnaður fyri Aksel V. Johannesen formann í Javnaðarflokkinum og løgmann og hinar báðar floksleiðararnar í samgonguni – Høgna K. Hoydal formann í Tjóðveldi og landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og Ruth Vang forkvinnu í Framsókn og landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Veljarakanningin vísir umleið sama úrslit, sum ein kanning, ið spyr.fo fyri einum mánað gjørdi fyri portal.fo.

Tó er tað merkisvert, at Sambandsflokkurin í nýggju kanningini er størsti flokkur. Tað var Fólkaflokkurin í fyrru kanningini. Tá fekk Sambandsflokkurin 24,2 prosent og átta tingsessir. Nú fær Sambandsflokkurin 28,1 prosent og níggju tingsessir.

Javnaðarflokkurin missir tríggjar tingmenn, Tjóðveldi missir ein tingmann, og Framsókn missir ein tingmann.

Fólkaflokkurin fær tríggjar tingmenn aftrat, og Sambandsflokkurin fær tveir tingmenn aftrat.

Um talan var um løgtingsval heldur enn veljarakanning, so hevði møguleiki verið fyri, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin einsamallir skipaðu samgongu.

Miðflokkurin varðveitir sínar báðar tingmenn.

Á valinum fyri einum ári síðani vann Sjálvstýri ikki upp um tinggáttina, og heldur ikki í hesi kanningini vinnur Sjálvstýri upp um tinggáttina, sum er 3,03 prosent.

kvf.fo