Aksel V. Johannesen fær eftir øllum at døma samráðingarrættin

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur í dag biðið løgtingsformannin um at loysa seg úr starvi.

Aksel V. Johannesen fær eftir øllum at døma samráðingarrættin nú formansumfarð verður mánadagin.
Helgi Hoydal
10. desember 2022 kl. 15:47

Løgmansskrivstovan skrivar í tíðindabrævið í dag, at Bárður á Steig Nielsen hevur biðið løgtingsformannin loysa seg úr starvi um løgmaður, sambært stýrisskipanarlógini §29.

Løgtingsformaðurin fer nú at skipa fyri formansumfari til tess at peika á nýggjan samráðingarleiðara.

Sitandi landstýri virkar formliga sum starvsstjórn, inntil nýtt landsstýri er skipað, skrivar løgmansskrivstovan.

Nýggi samráðingarleiðarin

Formaður í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, segði við Kringvarpið á middegi, at hann helt tað vera rímiligt at flokkurin sum gjørdist størstur á valinum, fekk samráðingarrættin. Fleiri av forfólkunum hava eisini sagt at tey peika á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Formansumfarið avgerð hvør fær samráðingarrættin. Tað er eisini vanligt at størsti flokkur fær samráðingarrættin. Formliga gongur tað fyri seg soleiðis, at forfólkini í flokkunum peika á tann sum tey halda skal leiða samráðingarnar.

Portal.fo skrivar at Jógvan á Lakjuni hevur boðað frá at formansumfarið verður mánamorgunin.