Áki er ikki við í Sarpugerði

Dómarin fegnast um skilagóðu avgerðina, sum kappingarnevndin tók fyrrapartin í gjár

Jóannes Hansen
23. august 2024 kl. 16:59

Nú verður tað loksins avgjørt, um tað verður Víkingur ella HB, sum leygardagin 2. november fer at spæla steypafinalu ímóti B36.

19. juni gjørdi dómarin Eiler Rasmussen av eftir samrøðu við liðformenninar báðar, at tað var ikki ráðiligt at halda fram at spæla. Tað var ov nógvur vindur, og støðan var 1-1, tá ið teir góvust í Sarpugerði. Nýggjur dystur var ásettur at vera í gjárkvøldið, men fyrrapartin í gjár gjørdi kappingarnevndin av – eftir at hava tosað við bæði HB og Víking – at útseta dystin til í kvøld. Veðurvánirnar vóru soleiðis, at møguleiki var fyri, at vindurin fór at vera so mikið nógvur, at tað ikki fór at bera til at spæla.

-Hatta var ein skilagóð avgerð, tí nú eru líkindini heilt góð. Tað er einki hugaligt at vera dómari, tá ið fótbóltspælið er illa órógvað av vindi, og spurnartekin verður sett við, um tað er ráðligt at spæla ella ikki, sigur Eiler Rasmussen, sum nú fyrireikar seg at døma í Sarpugerði í kvøld.

HB vann fyrru hálvfinaluna í Gundadali 1-0.

Hjá HB er toppskjúttin Áki D. Samuelsen ikki á listanum í kvøld. Hann er skaddur. Bartal Wardum er framvegis skaddur.

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir.

 

Víkingur – HB kl. 17.30

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bargur Gregeren – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Finnur Justinussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Leivur F. Guttesnen, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah