Fríggjadagin var tað um reppið, at tað eydnaðist at halda tørn um 1-1 ímóti Portugal, sum í Klaksvík skoraði tvey mál síðstu lítlu løtuna og vann 3-1.
Eyðun Klakstein hevur sett teir somu á vøllin ímóti Hvítarusslandi í dag, sum vóru við frá fyrsta bríksli ímóti Kroatia. Tó eru tað tvey undantøk. Annað undantakið er, at Áki D. Samuelsen avloysir Heina Sørensen. Heini Sørensen noyddist lítla løtu undan steðginum av vøllinum ímóti Hvítarusslandi. Tað vísti eg, at hann hevði fingið heilaskjálvta. Tá var tað Beinir Nolsøe, sum loysti Heina av. Hin broytingin er, at Emil Weihe Joensen í kvøld er á sentrala miðvøllinum, meðan Aron Jarnskor Ellingsgaard er á beinkinum.
Áki D. Samuelsen er júst komin fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann var ikki tøkur fríggjadagin. Í dag er hann tøkur, og hann fær møguleikan millum teir fyrstu ellivu.
Føroyar – Hvítarussland kl. 17.00
U-21 EM undankapping á Tórsvølli týsdagin 15. oktober 2024 kl. 17.00
Dómarabólkur úr Aserbadjan: Kamal Umudlu, Namik Huseynov, Vusal Mammadov og Tural Kurbanov (4. dómari)
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson – Áki Samuelsen, Emil Weihe Joensen, Noah Mneney, Olaf Báðrarson – Jørgen Nielsen.
Á bonkinum: Jóanes Eyðfinnson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Bergur J. Poulsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Jens Erik Bruhn, Beinir Nolsøe, Leivur Fossdal Guttesen og Gutti Dahl-Olsen