Ákærin í Beograd: Koronukanningin hjá Djokovic ikki falsað

Ákærin í Beograd vil vera við, at serbiska heilsumálaráðið hevur váttað, at koronukanningin hjá Novak Djokovic var ektað. Ein kanning hjá BBC hevði annars víst, at seriunummarið á kanningini passaði ikki við kanningum, ið vórðu gjørdar um sama mundið

Steinar Patursson
4. februar 2022 kl. 21:25

Ákærumyndugleikin í Beograd sigur nú, at einki var galið við koronukanningini hjá Novak Djokovic, og at einki bendir á, at kanningin var falsað.

Novak Djokovic handaði australsku innfarðarmyndugleikunum eina positiva koronukanning undan Australian Open, soleiðis at hann slapp inn í landið, hóast hann ikki var koppsettur.

Australski immigratiónsráðharrin gjørdi til endans av, at Djokovic ikki slapp inn í landið, men hetta var fyri aðrar orsøkir.

Síðani bar týski miðilin Der Spiegel eina søgu, ið segði, at ábendingar vóru um, at alt ruggaði ikki rætt við kanningini hjá Djokovic.

Djokovic hevði latið seg kannað tvær ferðir, fyrru ferðina 16. desember, har hann var positivur, og aðru ferð 22. desember, har hann var negativur aftur. Men sambært Der Spiegel var seriunummarið á fyrru kanningini hægri enn seriunummarið á seinnu kanningini.

BBC gjørdi síðani eina samanbering við øðrum kanningum úr Serbia frá sama tíðarskeiðið, fyri at vita, um seriunumruni áttu at verið í kronologiskum ordan.

Greiningin hjá BBC vísti, at bert fyrra kanningin hjá Djokovic passaði ikki inn har, ið hugsast skuldi, at hon átti at vera.

Men ákærin í Beograd sigur nú, at serbiska heilsumálaráðið hevur váttað, at kanningin hjá Djokovic var ikki falsað, og at hon er ektað.

Ákærin í Beograd er kortini ikki komin við nakrari frágreiðing fyri, hví seriunummarið á kanningini hjá Djokovic var hægri, enn væntast kundi samanborið við allar aðrar kanningar.

Undan Australian Open høvdu Djokovic, Roger Federer og RAfa Nadal allir vunnið 20 grand slam kappingar í part, og talan var tí um upplagt høvi fyri Djokovic at leggja seg á odda sum hann, ið hevur vunnið flestu grand slam kappingar í søguni - serliga tá hugsað verður um, at hann hevur vunnið Australian Open níggju ferðir áður.

Novak Djokovic slapp sum kunnugt ikki inn í Australia, og tað endaði við, at Nadal vann kappingina, og kann kalla seg mest vinnandi grand slam meistara hjá monnunum í søguni.