Ákærin og fregnarstjórin í Ukraina send til hús

Ov nógv starvsfólk fremja landasvik móti Ukraina, metir forsetin, ið vil hava leiðsluskifti í týdningarmiklu stovnunum

Yrina Venediktova á tíðindafundi. Mynd: EPA
Steinar Patursson
18. juli 2022 kl. 10:33

Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, hevur sagt bæði høvuðsákæran í landinum, Yrina Venediktova, og stjóran fyri ukrainsku fregnartænastuna (SBU), Ivan Bakanov úr starvi, tí Zelensky vil vera við, at ov nógv starvsfólk á stovnunum báðum fremja landasvik.

Sambært Zelensky eru fleiri enn 60 fyrrverandi starvsfólk, ið arbeiða ímóti Ukraina í økjum í Ukraina, sum Russland hevur ræði á, og Zelensky vil eisini vera við, at tilsamans 651 mál eru í løtuni um hjálparmannavirksemi og landasvik móti almennum starvsfólkum, skrivar BBC.

Boðini koma stutt eftir, at fyrrverandi ovastin fyri økisleiðsluna hjá  SBU á Krim nesinum varð handtikin fyri landasvik.

47 ára gamli Bakanov varð settur í starvi í 2019, eftir at hann hevði staðið fyri valstríðnum hjá Zelensky, og teir báðir eru barndómsvinir. Zelensky fekk kortini nógvar ábreiðslur fyri at seta Bakanov í týdningarmikla starvið, tí mett varð ikki, at hann var egnaður til starvið.

Sambært BBC hava ábendingar verið í fleiri vikur um, at Zelensky hevur havt í hyggjuni at skifta Bakanov út, millum annað tí at Zelensky metti, at Bakanov átti part í skylduni, at tað ikki eydnaðist at steðga russisku framferðini í februar mánaði.