Carlo Ancelotti, venjari hjá spanska stórfelagnum Real Madrid, kann fáa langa fongsulsrevsing, um ákæruvaldið í Madrid fær sín vilja.
Italski fótbóltsvenjarin er ákærdur fyri skattasvik í einari sak, sum skal vera farin fram í 2014 og 2015. Hetta var fyrsta tíðarskeiðið, Ancelotti var venjari í spanska høvuðsstaðarfelagnum. Hann tók við aftur starvinum sum Real Madrid venjari í 2021, har hann enn er í dag.
Ákærurnar mótvegis Ancelotti eru, at hann ikki hevur goldið upp ímóti átta milliónum krónum í skatti, sum hann átti at gera. Hann skal hava stovnað feløg í Onglandi og á Karibisku oyggjunum, fyri at sleppa undan at gjalda skatt.
Ákæruvaldið krevur eina fongsulsrevsing á fýra ár og níggju mánaðir.