Dagin fyri hann fór í handilsmistøðina Field’s, har hann samanlagt særdi 30 persónar, harav tríggir persónar doyðu av skotum, legði hann fýra sjónbond út á YouTube.
Sjónbondini legði hann út á sína egnu YouTube-rás, men eru tey nú tikin av YouTube. Hildið verður at upptøkurnar eru úr eini íbúð á Amager. Á myndunum sæst eitt kamar við fáum møblum, hvíttum veggjum, myrkaleggingargardinum og í baksýninum sæst eitt vápnaskáp.
Tann ákærdi er kvirrur á teimum fýra sjónbondunum. Á sjónbondunum sigur tann ákærdi ongantíð nakað. Heldur hyggur hann inn í myndatólið, meðan hann handfer vápnini í tøgn. Sambært Berlingske, so sæst ein Walther P38-revolvara í einum sjónbandi, meðan tann 22 ára gamli í hinum sjónbondunum handfer eina Sauer 200-riflu.
Á sjónbondunum, sum ikki longur eru at finna á YouTube, setur hann revolvaran ímóti vangan, flytur revolvaran í munnin. Hann hyggur inn í myndatóli; skjýtur, men tað hoyrist bert eitt lítið “klikk”. Tó hann tykist at spæla sær við vápnunum, so sær hann ikki út til at stuttleika sær.
Í morgun greiddi leiðandi politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn, Søren Thomassen, frá, at løgreglan veit av, at tað í løtuni vera deild fleiri sjónbond frá hendingini í Field’s, men eisini sjónbond rundanum hendingina, millum annað tey fýra áðurnevndu sjónbondini.
- Tey taka vit sjálvandi við í okkara arbeiðið víðari, segði Søren Thomassen, ið er leiðandi politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn.
Tað er óvist, hvørt sjónbondini eru tikin upp sama dag, tó at sjónbondini vóru lagd út á YouTube sama dag. Fleiri av sjónbondunum høvdu heitið “I don’t care”, sum merkir “Eg leggi einki í tað”. Í upplýsingunum undir tí eina sjónbandinum hevur tann ákærdi skrivað “Quetiapine riggar ikki”. Quetiapine, er sambært Berlingske, heilivágur, sum verður brúktur til viðger av ógvusligum tunglyndi, avvenjing av narkotika, sálarsjúkur til dømis skizofreni, bipolar og mani.
Sambært Danmarks Radio, hevur løgreglan váttað, at tann ákærdi er kendur í psykiatriini. Tann 22 ára gamli royndi, sambært Danmarks Radio, at taka samband við eina kreppulinju áðrenn skjótaríið.
Tann ákærdi skal til grundlógaryvirhoyring í dag.
Keldur: Berlingske og Danmarks Radio