Áheitan á Dennis Holm og Strandferðsluna

Jósup tekur hvørki vanlig akfør ella stórar bilar. Heldur ikki tangabilar og ruskbilar

Kári Johansen
9. november 2023 kl. 16:10

Eg vil staðiliga heita á landstyrismannin og Strandferðsluna, at Teistin framhaldandi røkir Hestleiðina, til hóskandi bilferja er funnin. 

Tað kann heilt einfalt ikki vera rætt, at smábáturin Jósup skal røkja hestleiðina. Hann er snøgt sagt ikki egnaður til rørðslutarnað og eldri fólk, og hestsfólk verða bumbað hálva øld aftur í tíðina.

Teistin

Jósup tekur hvørki vanlig akfør ella stórar bilar. Heldur ikki tangabilar og ruskbilar.

Hetta er als ikki í lagi. Tað eru fleiri enn fimmtúsund fólk,íð brúka hetta ferðasamband um árið. Eru tey í Hesti verri borgarar enn onnur? 

Jósup

Tað er neyðugt at hava bilferju í dag, tí flestu borgarar í Hesti eru eldri, sum brúka bil til og frá húsum, tá keypast skal inn, umframt ørindi til lækna og apotek og alt annað. Eru tey í Hesti verri borgarar ? 

Hvat sigur Føroya løgmaður ? Hevur hendan samgongan ikki størri virðing enn so fyri hestsfólki? 

 Kári Johansen,

býráðslimur í Havn