The Great Escape er heitið á sonevndum showcasefestivali í Brighton í Onglandi. Festivalurin er ein tríggjar dagar langur tónleikafestivalur, og fer fram hvørt ár í mai. Endamálið við festivalinum er at sýna fram nýggjan tónleik í nógvum ymiskum sjangrum.
Í farna mánað framførdu fleiri føroysk nøvn á festivalinum. Tá segði Glenn Larsen, stjóri í Faroese Music Export, at føroysku framførslurnar vóru eitt stórt samrøðuevni á festivalinum.
Nú hevur eitt av føroysku nøvnunum, sum framførdu, nevniliga Aggrasoppar, fingið handa virðisløn í samband við teirra framførslu á festivalinum.
- Vit fegnast um at kunngera, at føroyski eksperimenterandi rapp-punk bólkurin, Aggrasoppar, er móttakarin av Steve Strange 2024 virðislønini, og sostatt eisini vinnari av einari peningaupphædd á 5.000 bretsk pund.
Soleiðis skrivar bretski tónleikafestivalurin í tíðindaskrivi.
Steve Strange virðislønin hevur verið handað á hvørjum ári síðani 2022, og er uppkallað eftir einum tónleikaumboðsmanni, sum andaðist í septembur 2021.
Fleiri túsund umboðsfólk á festivalinum atkvøða um vinnaran av virðislønini, sum verður latin bólki ella einstaklingi, sum brýtur kreativ mørk innan tónleikin.
- Vit ynskja Aggrasoppum hjartaliga tillukku, og gleða okkum at fylgja teimum víðari á teirra yrkisleið, skriva fyriskipararnir av festivalinum at enda.