Í nøkur ár hava Føroyar verið sera væl umboðaðar á viðurkenda showcasefestivalinum The Great Escape.
The Great Escape festivalurin er ein tríggjar dagar langur tónleikafestivalur, sum fer fram í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. Endamálið við festivalinum er at sýna fram nýggjan tónleik í nógvum ymiskum sjangrum.
Festivalurin varð í ár hildin í døgunum 15. – 18. mai., og heili trý føroysk nøvn framførdu: Aggrasoppar, Joe & The Shitboys og Elinborg.
Tað er FMX (Faroese Music Export), í samstarvi við umboð fyri festivalin, sum á hvørjum árið fær í lag føroysku konsertirnar á festivalinum. Glenn Larsen, stjóri í FMX, letur sera væl at føroysku framførslunum í ár.
- Eg eri øgiliga væl nøgdur við tað, sum vit hava fingið burturúr í ár. Føroysku framførslurnar vóru eitt stórt samrøðuevni á festivalinum. Hetta hevur verið ein stór vika fyri føroyskan tónleik.
Glenn Larsen greiðir eisini frá, at tað var fult til allar tær føroysku konsertirnar, og bíðirøðirnar fyri at sleppa inn vóru langar. Joe & The Shitboys endaðu við at hava heili fýra konsertir, har tað var fult til allar.
- Sjálvur slapp eg ikki inn til nakrar av konsertunum, so tað sigur eitt sindur um áhugan, leggur Glenn Larsen afturat.
Føroysku konsertirnar vóru so væl umtóktar, at ikki øll sloppu inn
Eisini Elinborg letur væl at. - The Great Escape var eitt fantastiskt upplivilsi! Áhoyrarar í hópatali høvdu leitað sær til allar konsertirnar, og tað var dreymakent, at standa á pallinum í Brighton. Tað er eisini altíð líka gevandi, at ferðast við so dugnaligum tónleikarum, og eg gleði meg longu til næsta ævintýrið, sigur Elinborg.
The Great Escape festivalurin varð stovnaður í 2006 og hýsir umleið 300 bólkum, sum spæla á 30 ymiskum pallum kring allan býin.
Jamie MacMillan tók myndirnar niðanfyri.