Aftursvar til Eli Brimsvík

Nei, hvørki Vinnuhúsið ella stjórin renna sneisaørindi fyr nakran. Tað snýr seg um at javnseta inntøkuskattin, sama um hesin verður vunnin í Føroyum ella uttanlands

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
29. oktober 2024 kl. 10:12

Í lesarabrævi í gjár mánadagin rør formaðurin í Havnar Handverkarafelag fram undir, at Vinnuhúsið rennur sneisaørindi fyri ávísar arbeiðsgevarar. Hetta kundi ikki verið meira skeivt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri ár arbeitt fyri at gera tvær broytingar í lønarskattinum:

1. Javnseting: Starvsfólk eiga at rinda sama lønarskatt fyri somu lønarinntøku, uttan mun til í hvørjari vinnu ella í hvørjum landi, lønarinntøkan er forvunnin.

2. Lækking: Føroyski lønarskatturin eigur at lækka javnt og samt, so hann verður kappingarførur við okkara grannalond. Hetta krevur, at tamarhald fæst á almenna útreiðsluvøkstrinum, so øktar almennar inntøkur í størri mun kunnu fíggja eina lækking í lønarskattinum.

Um starvsfólk velja at arbeiða uttanlands, tí lønin áðrenn skatt ella arbeiðsumstøðurnar annars eru meira lokkandi í Noregi ella onkra aðrastaðni, skal tað standa teimum frítt at velja. Men tað skal so ikki vera ein lægri skattur fyri uttanlandsinntøku, sum lokkar tey at fara uttanlands at arbeiða, heldur enn at velja eitt starv í Føroyum. Skattaskipanin eigur at vera neutral í so máta.

Tó er tað samstundis sera umráðandi, at tað almenna javnt og samt lækkar tann javnsetta lønarskattin, so vit verða kappingarfør um at fasthalda fólk í Føroyum og at draga nýggj fólk at okkum. Hesum fer Vinnuhúsið áhaldandi at arbeiða fyri.

Stórur starvsfólkatørvur

Vinnuhúsið hevur nýliga almannakunngjørt eina kanning, sum vísti, at tað í løtuni mangla uml. 270-350 starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum, og at tað um fimm ár væntast at mangla uml. 700-850 starvsfólk. Uml. helvtin av tørvinum eru starvsfólk við yrkisútbúgving, serliga ymisk sløg av handverkarum.

Vit eiga ikki at gera tað upp aftur truplari at fáa mannað hesi størv við einari skattaskipan, sum favoriserar uttanlandsinntøku. Tí er tað uppá tíðina, at lønarskatturin verður meira javnsettur.