Í gjár skrivaði Dimmalætting, at framleiðarin av Kindereggum hevur afturkallað Kinderegg í ymsum londum í Evropa, men nú er líkt til, at hetta eisini er galdandi fyri Føroyar.
Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni stendur at lesa, at Ferrero Scandinavia AB afturkallar Kinder Surprise, Kinder Surprise Maxi, Kinder Schokobons og Kinder Mini Eggs vegna vanda fyri salmonella í Kinder-vørum, sum eisini eru seld í Føroyum.
Sjúkueyðkennini fyri Salmonella-eitran er diarré, magapína, fepur, høvuðpína og kann eisini verða kvalma og spýggja. Sjúkan kann vara frá fáum døgum til fleiri vikur. Um sjúkan gerst álvarsom ella verður verandi leingi, so eigur ein at seta seg í samband við lækna, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu sínari.
Sjúkuútbrot vegna salmonella í sjolkulátavørum kemur fyri av og á. Salmonellabakteriur eru vanliga í tarmskipanini hjá djórum og kunnu harfrá við til dømis mykju ella dálkaðum vatni enda á plantu vørum sum eitt nú kakao, sum síðan aftur verða nýtt í sjokulátaframleiðslu.
At salmonella er í sjokulátavørum er serliga kritiskt, tí høga innihaldið av feitti í sjokulátuni verjir salmonellabakteriurnar frá magasýru í magasekkinum ávegis til tarmskipanina. Hetta merkir, at nøgdin av sjúkuelvandi bakterium í vøruni kann vera nógv minni enn í øðrum matvørum. Eisini er hetta ein vøra sum verður marknaðarførd til børn.
Talan er um hesar vørur:
Kinder Surprise
Nettoinnihald: 20 g
Best fyri: Allar vørur í tíðarskeiðnum 26.06.2022 - 07.10.2022
Kinder Surprise
Nettoinnihald 20g x 3 pakkar
Best fyri: Allar vørur í tíðarskeiðnum 26.06.2022 - 07.10.2022
Kinder Surprise Maxi
Nettoinnihald: 100 g
Best fyri: Allar vørur (Herundir Kinder Easter Maxi æg 100g) í tíðarskeiðnum 20.04.2022 - 21.08.2022
Kinder Schokobons
Best fyri: Allar vørur í tíðarskeiðnum 25.05.2022 - 19.08.2022
Kinder Mini Eggs
Best fyri: Allar vørur við "bedst før" datoum áðrenn 21.08.2022
Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan