Heilsufrøðiliga Starvsstovan sendi í gjár út afturkalling av goðgæti, á teirra heimasíðu.
Tey skriva at vandi er fyri at kvælast av hesum góðgætinum - serliga hjá børnum.
AFTURKALLING
Jelly-góðgæti verður afturkallað vegna vanda er fyri at kvalast av góðgætinum, serliga hjá børnum.
Afturkallingin umfatar :
Vøru navn: Jelly confectionery
Navn á merking: Konjac jelly strip
Fyritøkunavn: YOUER
Nettovekt: 300 g
EAN-strikukota 4710636570940
Plastposti við individuelt pakkaðum lutum
Hvar er vøran seld?
Vøran er seld í føroyskum handlum
Orsøk til afturkalling og vandi
Góðgæti inniheldur ólóligu útílatingarevni E410, E407 og E412. Ólóligu útílatingarevnini, saman við skapi og konsistensi gera, at vandi er fyri at kvalast, tá Jelly-góðgæti verður etið.
Tað er serliga vandamikið fyri børn
Ráð til borgaran
Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.