Hósmorgunin umleið klokkan níggju leyp ein enn ókendur brotsmaður á fólk í Notre Dame-kirkjuni og økið rundanum kirkjuna í franska býnum, Nice. Hann hevur dripið trý fólk og sárað fleiri, upplýsir franska løgreglan.
Ein av teimum dripnu, ein kvinna, varð skorin á háls inni í kirkjuni, sambært Le Monde. Hini bæði vórðu stungin niður uttanfyri kirkjuna.
Trúligi brotsmaðurin er handtikin og innlagdur á sjúkrahús, eftir hann varð skotin av løgregluni. Orsøkin hjá brotsmanninum at leypa á er enn ókend, men borgarstjórin í Nice, Christian Estrosi, skrivar á Twitter, at hann sær hetta álopið sum yvirgang.
Hetta er triðja yvirgangsálopið í Fraklandi í heyst. Fyri einans 13 døgum síðani varð franski skúlalærarin, Samuel Paty, skorin á háls, eftir hann hevði vísti Muhammed-tekningarnar til undirvísing í skúlanum. Síðani hetta álopið eru tekningarnar blivnar varpaðar upp á bygningar í Fraklandi, ið vakti stóra vreiði í fleiri muslimskum londum.
Sambært innanríkisráðharranum í Fraklandi, Gérald Darmanin, verður kreppufundur í innanríkisráðnum, har bæði forsetin, Emmanuel Macron og forsætisráðharrin, Jean Castex, taka lut. Væntandi kemur Emmanuel Macron til Nice á middegi.
Triðja álopið í heyst
Í september vórðu tveir journalistar álopnir og illa særdir í París, tá teir blivu álopnir frammanfyri bygningin, har satirutíðarritið Charlie Hebdo helt til.
Fyri knøppum tveimum vikum síðani varð skúlalærarin, Samuel Paty, skorin á háls.
Tað var Charlie Hebdo, sum áður hevur almannakunngjørt Muhammed-tekningarnar. Tíðarritið varð í 2015 álopið av islamskum yvirgangsmonnum, har 12 starvsfelagar mistu lívið.
Hesa seinastu tíðina hevur tað verið kalt millum Frakland og Turkaland, men eisini stórum parti av muslimska heiminum. Emmanuel Macron er millum annað blivin ákærdur fyri islamfobi, eftir at hann hevur vart Muhammed-tekningarnar, og kunngjørdi eina franska uppgerð við víðgongda islam í Fraklandi.
Kelda: Ritzau