Aftur stórur fótbóltsdagur í Molde

Í dag er tað turkiska stórfelagið Galatasaray, sum er gestur á Aker Stadion

Jóannes Hansen
23. august 2023 kl. 15:44

Í gjár fyri einari viku síðani var tað KÍ, sum í Molde stríddist fyri at vinna rættin at halda fram í Champions League. Eftir longda leiktíð var tað greitt, at Molde var samantaldur vinnari, og at Molde fór at spæla um rættin at vinna seg í bólkaspælið.

Mótstøðuliðið í finaluni um at røkka í bólkaspælið er Galatasaray. Í dag er turkiska stórfelagið í Molde, har fyrri dysturin verður í kvøld. Seinni dysturin verður týskvøldið í næstu viku í turkiska stórbýnum Istanbul.

Molde venjarin Erling Moe hevur gjørt av, at tað vera teir somu ellivu, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli ímóti KÍ týskvøldið í síðstu viku, og sum fara á vøllin á Aker Stadion í kvøld.

Tað er framvegis møguleiki fyri, at tvey norðurlendsk feløg fara at vera umboðað í bólkaspælinum í Champions League. Hitt felagið er FCK, sum í gjárkvøldið vann 1-0 í fyrra finaludystinum. Tað var í Póllandi ímóti Raków úr Póllandi. Seinni dysturin teirra millum verður mikukvøldið í næstu viku í Parkini í Keypmannahavn.