Aftur smittumet í Danmark

Fleiri enn 28.000 fólk hava fingið staðfest smittuna í dag, og Statens Serum Institut óttast, at stendur illa til, fer dagliga smittutalið í Danmark at liggja upp móti 55.000 við endanum av januar

Steinar Patursson
5. januar 2022 kl. 16:48

Enn einaferð hevur korona sett smittumet í Danmark, og ikki færri enn 28.283 fólk í Danmark hava fingið staðfest smittuna síðani í gjár.

Tølini byggja á 231.270 kanningar, og talan er sostatt um eitt positivprosent á 12,2 prosent.

Statens Serum Institut sigur, at av teimum 28.283 tilburðunum, eru 2.083 teirra tilburðir í fólki, ið áður hava havt koronu.

Hóast smittutalið er vaksið, er talið av fólkið, ið eru innløgd, farið niður við 10, soleiðis at 784 fólk eru í løtuni innløgd. 80 teirra eru á intensivu deild.

15 fólk hava seinasta døgnið latið lív við koronu í Danmark.

Statens Serum Institut væntar eisini, at talan fer at vera um ein tungan mánaða í koronusamanhangi. Í einari risikometing sigur SSI, at í besta føri verður talan um 25.000 smittutilburðir um dagin, men í ringasta føri kann tað vera, at 55.000 smittutilburðir vera um dagin móti endanum av mánaðinum.

Somuleiðis væntar SSI eisini, at talið á dagligum innleggingum á donskum sjúkrahúsum við koronu kann enda heilt uppi millum 150 og 360.

SSI ásannar kortini, at um 25 prosent av teimum innleggingum kunnu vera av øðrum orsøkum, har sjúklingurin verður kannaður positivur við koronu í sambandi við aðra medisinska viðgerð.