Aftur smittumet: 913 tilburðir í gjár

Fríggjadagin í síðstu viku tosaði dimma.fo við landslæknan, eftir at náttarlívið læt upp aftur. Tá segði hann, at roknast kundi við, at tað fór at síggjast aftur í smittutølunum hesa vikuna. Um tað er náttarlívið ella ikki, so kunnu vit staðfesta, at vit enn einaferð hava sett smittumet

Sigurjón Einarsson og Sveinur Tróndarson
25. januar 2022 kl. 19:06

Í gjár vóru 913 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3.912 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og tað vil siga, at smittuprosentið í gjár var 23,3 prosent.

Niðanfyri síggja vit, hvussu smittuprosentið er økt síðan seinast í november. Fram til byrjanina var talið undir tíggju, sum kortini er eitt rættiliga høgt smittuprosent. Men síðan tá er tað stórt sæð bara hækkað, og nú januar mánaði nærkast endanum er smittuprosentið komið upp á góð 23 prosent. 

Tað vil siga, at umleið fjórði hvør sum læt seg kanna í gjár, var smittaður við koronu. Tað er nógv tað hægsta smittuprosentið, sum er skrásett.

Smittutrýstið hækkar sjálvandi eisini, tá talið av smittaðum hvønn dag verður so høgt sum tað varð í gjár. Tað er nú komið upp á 638.

Fram til í gjár var hægsta smittutalið gott og væl 700, men við nýggja metinum í dag eru vit umleið 200 tilburðir omanfyri gamla metið.

Higartil hava 15.778 fólk fingið at vita, at tey eru smittað við koronu. Tað svarar til, at umleið triði hvør føroyingur hevur havt koronu. Taka vit bara desember og tað sum er farið av januar higartil, so eru 12.232 tilburðir skrásettir hesar báðar seinastu tveir mánaðirnar. 

Tað vil siga, at 77,5 prosent av øllum skrásettum tilburðum í Føroyum eru skrásettir í desember og januar. Tað vil siga umleið átta út av tíggju tilburðum hava verið seinastu sløku 60 dagarnar.

Í løtuni eru 4.466 smittað. Eingin er innlagdur av korona, meðan tvey fólk eru innløgd við korona. Tað er skrásett 17 deyðsføll í samband við koronu í Føroyum.