Gjáranáttina varð aftur skotið á Nørrebro í Keypmannahavn. Hetta boða danskir miðlar frá í morgun. Hóast fleiri skothendingar í summar, er hetta fyrstu ferð skotið verður í ein mánaða. Talan er um tvær hendingar, onnur við eina kiosk á Heimdalsgade, har einki skot rakti, og hin við Den Røde Plads. Ein tilvildarlig svensk kvinna varð rakt, meðan ein maður bert fekk strokskot, og sambært løgregluni var hann eisini bert tilvildarliga til staðar. Eingin er í lívsvanda.
Ein 26-ára gamal mistonktur er handtikin, og løgreglan sigur seg kenna viðkomandi frammanundan. Sambært løgregluni hevur hann tilknýti til bandarnar við Blågårds Plads á Nørrebro, men tey vilja ikki siga hvønn banda talan er um.
Løgreglufólk vóru í økinum og hoyrdi skotini, og fingu skjótt fatur á tí 26-ára gamla eftir at hava skotið ávaringarskot.