Aftur proppur í Suesveitini

Fyri aðru ferð í ár er proppur komin í Suesveitina

Sigurjón Einarsson
9. september 2021 kl. 14:30

Tað er ikki bara við tunnilsmunnan í Klaksvík og Leirvík, har long bíðirøð av bilum í dag hava staðið og bíðað eftir, at tunnilin skuldi lata upp aftur – sum hann so gjørdi eina løtu seinni.

Verri stendur til í Suesveitini, tí fyri aðru ferð í ár er proppur komin í stóru veitina. Nógv skip og bátar bíða við munnan, tí eitt bingjuskip hevur rent á land í veitini.

Ein lokalur miðil skrivar, at bingjuskipið hevur sett seg fast umleið 54 kilometrar inni í veitini, tá siglt verður inn í veitina í Egyptalandi.

Myndugleikarnir fyri Suesveitina (The Suez Canal Authority, red.) hava steðgað allari skipaferðslu í veitini, meðan roynt verður at fáa skipið leyst aftur.

Fýra skip vórðu steðgaði, tá tey vóru á veg úr Port Said í Egyptalandi inn í Suesveitina, sambært Al-Ain.

Hendingin í dag er tann seinna í ár, eftir at Ever Given – eitt av størstu bingjuskipum í heiminum – fyrr í ár sigldi seg uppá land, og stóð sum ein proppur og forðaði allari skipaferðslu gjøgnum veitina í seks dagar.