Tíðliga í gjáramorgunin var framvegis nógvur vindur so løgreglan fekk fimm fráboðanir afturat um vindstkaðar afturat teimum 67 tey høvdu fingið frammanundan.
Mwn hesa ferð var tað mest í Vági at tað var nógvur vindur, tí har loysnaði takplátur á einum húsum, eitt vindeyga var sogð út og ein húsaklædningur loysnaði.
Í Miðvági loysnaði eisini eitt vindeyga og í Viðareiði loysnaði ryggásin á kirkjuni. Bjargingarliðini hava fingið boð um skaðarnar og so hava tey bjargað støðuni.
Men løgreglan hevði eisini annað at fáast við. Í Havn fekk ein bilførari bót, og klipp í koyrikortið fyri ikki at halda víkiskylduna í eini rundkoyring.
Og í gjárkvøldið varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at tað hevði verið ein harður brestur í Havn. Løgreglan fekk at vita, at tað vóru unglingar, sum spældu við fýrverk og høvdu gjørt eina heimagjørda bumbu burtur úr. Løgreglan fór at leita, men tá ið løgreglan kom fram, høvdu unglingarnir tikið til rýmingar og har var einki at síggja.