Um vikuskiftið verður aftur Ljósfest í Vági og har verður nógvur tónleikur, umframt annað, á skránni.
Fyrireikararnir siga, at ljósfestir vóru eisini fyrr í Vági. Tær vóru á skúlalaðnum við Gamla Skúla frá 1921, og nøkur ár fram. Hetta var fyri at hátíðarhalda at fyrsta EL-verkið í Føroyum, og í danska kongaríkinum, sum varð tikið í brúk í 2021, og tá fingu vágbingar, sum teir fyrstu í landinum, streym. Talan er um EL-verkið í Botni í Vági, sigur Vágs Býráð.
Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipað fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk vóru á skrá. Hettar var í samstarvi við SEV fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta EL-verkið í landinum.
Ljósfestin í ár byrjar fríggjakvøldið og endar sunnukvøldið og har vera fleiri tiltøk. Fyrsta tiltakið er fríggjakvøldið, tá ið felagssangur er í stóra tjaldinum í miðbýnum og har Vestmenn, og Frobiar Sóknar Bluesorkestur, fara at spæla.
Leygarkvøld verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har Ronnie og Maria, Hjalmar og Dagfinn, Starlight, Janus Wiberg, Hjarnar og Marius at spæla.
Tað verður fyrrverandi borgarstjórin, Kirstin Strøm Bech, sum setur ljósfestina og annars er listaframsýning, myndaframsýning, sølubásar við hondvirkaðum vørum, umframt fleiri tiltøk fyri børn.
Sum nakað serstakt fara tey eisini at heiðra vágbingar, sum hava gjørt serliga vart við seg - og øll tiltøkini, bæði konsertir, framsýningar, og annað, er ókeypis.