Aftur í gjár vóru grindaboð í Vági
Har hevur ein lítil grind ligið síðani týsdagin
Áki Bertholdsen
13. juni 2024 kl. 07:55
Aftur seinnapartin í gjár vóru grindaboð í Vági. Løgreglan sigur kortini, at talan er um somu grind, sum boðað var frá týsdagin, og sum altso framvegis lá á fjørðinum seinnapartin í gjár.
Men grindin er so lítil, at í samráð við sýslumannin, er avgerð tikin at lata hana fara, tí samanumtikið er tað ikki ómakin vert at fara eftir henni.