Aftur í gjár mistu tveir bilførarar koyrikortið

Hetta er aðru ferð hesa vikuna, at førarin á einum lastbili missur koyrikortið

Áki Bertholdsen
6. november 2024 kl. 08:00

Aftur í gjár hendi tað, at ein lastbilur misti grót úr lastini niður á vegin. Tað var í Suðuroy, beint norðan fyri tunnilsmunnan á Hvalbiartunlinum, at ein lastbilur hevði verið eftir gróti úr rúgvuni av gróti, sum varð sprongt úr Hvalbiartunlinum. 

Men hann misti nakað av gróti á vegin og ein bilur, sum kom aftan ám lukkaðist ikki at bremsa, men rendi á grótið og fekk rættiliga stóran skaða. Løgreglan sigur, at tey hava funnið fram til, hvør lastbilurin var.  

Løgreglan sigur, at slíkar hendingar verða tiknar rættiliga alvorliga og tí missur førarin á lastbilinum, koyrikortið.

Ein annar bilførari misti eisini koyrikortið, men tað var fyri ferð. Løgreglan gjørdi ferðmátingar á Fuglafjarðarvegnum og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 118 kilometrar um tíman.

Annars fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 102 kilometrar á vegnum við Kaldbakstunnilin og ein fekk bót fyri at koyra 96 á sama strekki.

Tveir aðrir bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið, annar fyri at koyra eftir einum vegi, hóast skelti vísti, at koyring var bannað, og ein fekk tað fyri at koyra, hóast ljóstalvan vísti, at hann hevði reytt ljós.