Løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár og tað kostaði seks bilførarunum eina bót. Og seks av teimum fingu eisini klipp í koyrikortið.
Fyrst var løgreglan við Kollafjarðartunnilin og kannaði ferðsluna og har vórðu tríggir bilførarar tiknir.
Ein koyrdi 100 so hann fekk bót, men tveir bilførarar eru skrásettir at koyra upp ímóti 110 og teir fingu eisini klipp í koyrikortið
Sama skilið var í Kaldbaksbotni, tí har vórðu eisini tríggir bilførarar tiknir og teir eru eisini skrásettir fyri at koyra upp ímóti 110, so teir fáa eisini klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa bót.
Og í nátt fekk ein bilførari eisini bót og klipp í koyrikortinum í Norðoya tunlinun. Men tað var ikki fyri at koyra ov skjótt, tí hann fekk bótina og klippið fyri at gera eina U-vending mitt í tunlinum, og tað er ikki loyvt.