Aftur í 60’ini í kirkju

Ein 62 ára gomul upptøka úr Savnsgullinum hjá Kringvarpinum verður at hoyra, tá ið lestur verður í Hósvíkar kirkju sunnukvøldið klokkan 18. Deknur er Hans Jacob í Toftum, sum var deknur frá 1910 til 1967

Hans Jacob í Toftum við lesipultin í Hósvíkar kirkju, har hann var deknur frá 1910 til 1967. Nú verður hann aftur at hoyra í kirkjuni, tá ið serlig gudstænasta verður sunnukvøldið klokkan 18
Tíðindaskriv
9. september 2022 kl. 09:03

Í Savnsgullinum hjá Kringvarpinum er funnin ein upptøka, har Hans Jacob Hansen, bóndi í Toftum og bátasmiður, læs lestur í Hósvíkar kirkju sunnudagin hin 11. september í 1960.

Hans Jacob í Toftum (1881-1967) var deknur í Hósvík frá 1910 til 1967, og júst 62 ár seinni verður rødd hansara nú aftur at hoyra í Hósvíkar kirkju sunnukvøldið klokkan 18, tá ið serlig gudstænasta verður á skránni.

Meira enn eina ferð varð Hans Jacob heiðraður fyri góða og trúgva tænastu. 

Hann læs so livandi, at lestrarnir ljóðaðu næstan, sum fortaldi hann søgu, heldur enn bara at lesa. Eitt sindur merkisvert, tí sjálvur hevði hann ongantíð lært føroyskt í skúlanum. Skúli kom ikki í Hósvík fyrr enn í 1897, tá ið hann var 16 ára gamal. 

Undir hesi serligu gudstænastuni, sum er almenn, verða sungnir somu sálmar, sum tey sungu henda dagin, men alt frá inngangsbøn til útgangsbøn hoyra vit Hans Jacob sjálvan lesa. Bæði klokkari og organistur eru abbasynir deknin, so tað verður líkasum “í familjuni”.

Áðrenn sjálv løtan byrjar við innringing, fer Helgi í Brekkunum, ið sjálvur spældi orgul í Hósvíkar kirkju tey seinnu árini, tá ið ommubeiggi hansara las, at siga eitt sindur um hann og hvussu tað var at vera í kirkju tá.

Eftir gudstænastuna sunnukvøldið eru øll boðin til kirkjukaffi í Bygdarhúsinum, so løtan endar við løttum huglag og kanska onkrum práti um, hvussu kirkjutænarar og kirkjulív vóru í Hósvík fyrr.