Aftur grindaboð í dag

Roynt verður at reka til Hvalvíkar

Áki Bertholdsen
6. juli 2024 kl. 15:01

Fyri eini løtu síðani varð ein grind sædd úr landi í Rituvík.

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at talan kundi ikki vera um at reka hana inn á Skálafjørðin, tí har er kappróður í dag.

Ístaðin verður roynt at reka hana á Hvalvík, har ætlanin er at halda henni til.

Tá ið teir komu til grindina, stóð hon og grindaði, eg mett varð, at talan er um eina 50 hvalir.