Aftur ein jarðskjálvti í Turkalandi

Fleiri eru deyð og særd í jarðskjálvta, sum seinnapartin í dag hevur verið við markið millum Turkaland og Sýria

Ragnar Sjúrðarson
20. februar 2023 kl. 20:50

Trý fólk eru staðfest deyð og 213 eru særd eftir at enn ein jarðskjálvti hevur rakt Turkaland.

Tað boðar turkiski innlendismálaráðharrin, Süleyman Soylu, sambært turkisku tíðindastovuni Anadolu Ajansl.

Turkaland bardist frammanundan við fylgjurnar av tveimum stórum jarðskjálvtum, sum vóru fyrst í mánaðinum.

Dagsins jarðskjálvti hevði eina styrkju á 6,4. Ógvusligu jarðskjálvtarnir, sum raktu Turkaland og Sýria fyrst í mánaðinum, høvdu eina styrkju á 7,8 og 7,5.